Mentan

Pílagrímsgonga í Vágum - myndir

...

2015-09-07 01:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Prestarnir í Vágum skipaðu í dag fyri pílagrímsgongu í Sandavági.

Byrjað var við guðstænastu í Sandavágs kirkju, síðan gekk leiðin niðan á Reynabrúgv, haðani yvir á Skarð, so í Skeiðanes, út undir Húsafelli og út í Botn, har dvølt varð við toftina, sum sandavágsfólk í sjórænaratíðini goymdu seg fyri sjórænarunum, úr Botni gekk leiðin oman á Skoragarð og haðani heim til Sandavágs, har borðreitt var í Meinigheitshúsinum til ein frálíkan drekkamunn.

Frásøgumaður á túrinum var Heini F. Petersen, sum er staðkendur á Steigini, pílagrímarnir fingu eina framúr góða frágreiðing frá frásøgumanninum.

Við í gonguni vóru 125 fólk.

Vit tóku nakrar myndir á túrinum - sí niðanfyri.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder