JN

Pílagrímsferð úr Tjørnuvík til Saksunar

...

2015-06-13 00:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 21. juni, ið er longsti dagur, skipa prestarnir í Norðstreymi fyri forkunnugari pílagrímsferð úr Tjørnuvík til Saksunar. Gingið verður eftir gomlu kirkjugøtuni millum bygdirnar. Staðkend fólk verða við á ferðini.

Skraín sær soleiðis út:

Kl. 09.00 verður byrjað við morgunmati í bygdarhúsinum í Tjørnuvík.

Aftaná morgunmatin verður stutt andakt í kirkjuni við morgunsangi.

Kl. 10.00 verður farið undir at ganga til Saksunar. Túrurin tekur knappar 3. tímar at ganga.

Kl. 13.00 ??? ella tá øll eru komin fram ??? verður gudstænasta við altargongd í Saksunar kirkju, sum prestarnir Marjun í Kálvalíð, Maria Jørðdal Niclasen og Bergtórur H. Bjarkhamar skipa fyri.

Eftir gudstænastuna koyrur bussur úr Saksun aftur til Tjørnuvíkar.

??ll eru hjartaliga vælkomin at vera við.

Blíðar heilsanir

Marjun í Kálvalíð

Maria Jørðdal Niclasen

Bergtórur H. Bjarkhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder