2019-03-28 22:01

P/f Vest Pack hevur í fleiri fylgjandi ár havt stór yvirskot, um hugt verður eftir teimum seinastu 5 árunum, so hava teir eitt ársúrslit uppá tilsamans 45 milliónir.
Árið 2018 gjørdist eisini gott fyri felagið í Vestmanna, úrslitið eftir skatt var 10 milliónir, nevnast kann, at úrslitið í 2017 var 13 milliónir.
Bruttovinningurin í 2018 var 24,6 milliónir, ímeðan bruttovinningurin í 2017 var 28,4 milliónir.
Tað vóru 23 ársverk í Vest Pack í 2018 - í 2017 vóru 21 ársverk.
Eginognin í felagnum er 27,5 milliónir, sambært roknskapinum fyri 2018.
Leiðslan er nøgd við úrslitið.
Sambært roknskapinum so verða 9 milliónir goldnar út sum vinningsbýti, fyri 2017 vórðu goldnar 10 milliónir í vinningsbýti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald