Ítróttur

P/f Varðin og HSF hava undirskrivað avtalu

...

2016-01-22 20:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Saman laða vit varðar!

Mikukvøldið undirskrivaðu Bogi Johannesen, søluleiðari í Varðanum Pelagic, og Kristian Johansen, starvsnevndarformaður í HSF, undir tvey ára samstarvsavtalu. Varðin Pelagic verður við hesum ein av stórstuðlunum hjá HSF tvey tey næstu árini, og er hetta við til at tryggja, at góða gongdin hjá føroyskum landsliðs- og úrvalhondbólti kann halda fram.

Kristian Johansen sigur í stuttari viðmerking, at hann fegnast um avtaluna og gleðist um at vinnulívið er við til at bera okkara fremstu leikarar fram á atljóða pallinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder