Vinna

P/F MEST keypt størri sleipara - skapar ny ggjar møguleikar hja vinnuni

...

2016-01-21 00:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Størri skip innan eitt nú ferða-, fiski- olju- og flutningsvinnuna kunnu framyvir koma til og frá bryggju í Føroyum. Nýggi sleiparin hjá MEST, sum hevur munandi størri togmegi enn verandi sleiparar í landinum, kann nøkta tørvin hjá størri skipum . Sáttmáli um keyp av størri sleipara var undirskrivaður í gjár og væntast sleiparin til Føroyar um tveir mánaðir.

Talan er um nógv tann størsta sleiparan, sum kann veita tænastur til vinnuna í Føroyum. Togmegin á nýggja sleiparanum er umleið tríggjar ferð togmegina á verandi sleiparum í Føroyum ??? umleið 40 tons. Nýggi sleiparin er 26 metrar langur og 8 metrar breiður og egnaður til at arbeiða í øllum veðri. Báturin hevur stóra hekkurullu, dekskrana og harumframt stórt deksspæl, sum kann brúkast í samband við ymiskar avbjóðandi uppgávur.

Umframt at vera los- og sleipibátur er nýggi sleiparin eisini vælútgjørdur til bjargingaruppgávur, og kann verða viðvirkandi partur av tilbúgvingini og hevur millum annað tvær FIFI (Firefigthing) vatnkanónir á stýrihústakinum. Eftir at skipið hevur verið til botnkanningar og annað, er skipið væntandi í Føroyum um tveir mánaðir ella so.

MEST hevur veitt los- og sleipitænastur síðani 1975 tá ið ???Skúmarin??? varð bygdur. Seinastu árini hava kundar og vinnan sum heild gjørt vart við tørvin á størri sleipibáti. ???Vit eru sera nøgd við, at tað er eydnast okkum at fáa ein sleipara, sum lýkur øll okkara krøv til ein sleipara á okkara farleiðum???, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder