Vinna

P/f Magn og LÍV-samtakið samstarva um vindmyllulund í Flatnahaga

...

2019-10-02 12:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv:

P/F Magn vann útboðið um at byggja og reka vindmyllulund í Flatnahaganum.Nú hava Magn og LÍV samtakið gjørt avtalu um, at LÍV og Magn stovnavindmyllufelag, sum skal byggja og reka vindmyllulundina. LÍV samtakið eigur60% av partapeninginum, meðan Magn eigur 40%. 

Í dag gjørdist greitt, at tilboðið hjá Magn, vegna eitt partafelag undir stovnan, vann kappinginaum at byggja og reka vindmyllulund í Flatnahaganum. Í hesum sambandi hava Magn og LÍVsamtakið gjørt avtalu um, at LÍV skal eiga 60% av partapeninginum í nýggjavindmyllufelagnum, meðan Magn skal eiga 40%. 

Hendrik Egholm, forstjóri á P/F Magn 

???Vit eru fegin um, at vit vunnu vindmylluútboðið í Flatnahaganum, og samstundis fegnast vitum samstarvið við LÍV. Magn vil fegið taka ein aktivan leiklut í grøna orkuskiftinum í Føroyum.Skal grøna orkuskiftið veruliga ígongd, er tó avgerandi, at einkarrætturin hjá SEV at seljastreym til vinnulívið og vanliga føroyingin, verður avtikin. Kapping um kundan hevði viðførtbetri prísir og innovatión, eins og vit hava sæð á telemarknaðinum. So hevði verulig gongdkomið á Visión 2030. Luturin hjá Magn skal so ikki liggja eftir, men tað krevur, at vit sleppa atselja okkara egna el, saman við nýskapandi, grønum orkuloysnum, til vinnuna og vanligaføroyingin. 

Jan Jakobsen, stjóri í LÍV samtakinum 

???Á LÍV fegnast vit um at kunna verða partur av grønu umstillingini í Føroyum og samstundisgeva kundunum eitt nøktandi avkast. Til gagns fyri umhvørvið, føroyska samfelagið ogviðskiftafólkini hjá LÍV. Henda íløgan er partur av samlaðu íløguætlan samtaksins, har vit m.a.ynskja at seta heimsmálini hjá ST á dagsskránna. Vit fegnast um samstarvið við Magn, sumtryggjar okkum eina góða føroyska verkætlan, við øllum teimum førleikum, sum ein slíkverkætlan krevur???. 

Eru spurningar, vendið tykkum vinarliga til: 

??? Hendrik Egholm, forstjóra á Magn, 237410 / [email protected] 

??? Jan Jakobsen, stjóra á LÍV, 231110 / [email protected] 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder