P/f Eystur- og Sandoyartunlar tóku í dag eitt týðandi fet í stóru verkætlanini at gera báðarundirsjóvartunlarnar, tá ið felagið formliga tók av lánstilboði frá amerikanskum lánsveitarumupp á eina samlaða upphædd á 2,6 milliardir krónur til eina fasta árliga rentu upp á 2,73%.
???Talan er um eina sera góða rentu, ið er galdandi alt lánitíðarskeiðið, og hóast altjóða renturnareru søguliga lágar, so er tað ikki so líkatil at fáa eina so lága rentu í eitt so langt tíðarskeið. Egeri tí væl nøgdur við hetta lánstilboðið???, sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður í EST.
Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum er somuleiðis væl nøgdur við lánstilboðið.
???Tað hevur verið arbeitt nógv og hart fyri at koma hagar, ið vit eru komin til í dag, og verandilánstilboð sær út til at gerast ein týðandi partur í tilgongdini fram ímóti, at byggisáttmálin verðurundirritaður heilt skjótt???, sigur hann.
Løgtingslimir hava seinastu dagarnar fingið eina støðulýsing av verkætlanini.
Samferðslumálaráðið P/f Eystur- og Sandoyartunlar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald