Vinna

P/f Barðið hevur keypt ísvirkið í Havn

...

2015-01-30 17:17 Author image
placeholder

P/F Langasker, sum er eitt dóttirfelag hjá P/F Bacalao, hevur gjørt avtalu við Sp/F Barðið, sum rekur landingarmiðstøðina á Vestaru bryggju, um at Sp/F Barðið keypir ísvirkið.


Ísvirkið stendur á øki, sum Tórshavnar havn er eigari av, og Tórshavnar havn mælti til at gera nýggjan 15 ára leigusáttmála við Barðið

??kið verður framhaldandi brúkt sum grundøki til bygning, ið framleiðir ís til niðurkøling av fiski o.l, og er hetta í samsvar við byggisamtyktina.

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum í gjárkvøldið.

Kelda: torshavn.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder