Ítróttur

Petur Mittún hondbóltsmennari hjá HSF

...

2016-05-10 08:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Fyrr í vikuni undirskrivaðu formaðurin í HSF Kristian Johansen og Petur Mittún avtalu, sum berð í sær, at Petur Mittún verður hondbóltsmennari hjá HSF komandi kappingarár 2016/17.

Starvið inniber at hava ábyrgdina av allari leikaramenningini hjá HSF. Bæði í mun til tað innihaldsliga og í mun til at seta venjarar í ymisku aldursbólkunum. Í løtuni verður arbeitt við at lýsa og skriva ein føroyskan menningarleist, sum skal liggja sum grund undir menningini av føroyskum hondbóltsleikarum. Ein partur av uppgávuni hjá Peturi verður at seta í verk nýtsluna av føroyska leistinum í leikaramenningini, samstundis sum tilfarið skal geva íblástur og røkka út til feløgini og hvønn einstakan íðkara.

Kristian Johansen fegnast um avtaluna við Petur, sum er ein av fremstu venjarunum í landinum. ???Vit eru sera spentir til samstarvið við Petur Mittún. Væntandi verður hetta við til at gera leikaramenningina hjá HSF enn betri???

Petur Mittún sjálvur sigur ???Vit skulu miðja høgt. Leikaramenningin hjá HSF skal vera í heimsflokki, og samstundis geva feløgunum og venjarunum kring landið íblástur???

Avtalan er fyribils fyri komandi kappingarár, og byrjar Petur í starvinum 1. juni. Men longu nú í mai verður Petur við, tá 24 U13 dreingir, sum hava verið partur av leikaramenningini í júst lokna kappingarárinum fara forvitnisliga hondbóltsferð til Danmarkar og Týsklands.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder