Vinna

Petur Hammer úr Vági er skipari á heimsins størsta ferðamannaflogfari

....

2015-09-12 21:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Petur Hammer úr Vági er skipari á einum av heimsins størstu ferðamannaflogførum

 Hósdagin tá ið ferðamannaflogfarið hjá felagnum EMIRATES í Dubai - eitt AIRBUS A380 - fór á flog úr Dubai til J.F. Kennedy flogvøllin í USA, var tað við vágbinginum Petur Hammer sum skipara, Petur er sonur Poulu og Kára Hammer í Vági, og ikki nokk við tað, stýrimaðurin var eisini føroyingur, hann nevnist Høgni Kallsberg og er úr Havn, Høgni er sonur til Olgu og Kaj Kallsberg í Havn - AIRBUS A380 eru heimsins størstu ferðamannaflogfør, tey taka 555 ferðafólk og komu á marknaðin í 2007. Eitt slíkt fogfar kostar nú í 2015 góðar 3 milliardir DKR.

Petur Hammer hevur flogið hjá felagnum EMIRATES í eina tíð, hann varð útnevndur til skipara 4. september og flogtúrurin hósdagin var fyrsti túrur hansara, sum skipari á AIRBUS A380.

Ferðin til J.F.Kennedy-flogvøllin gekk væl, somuleiðis gekk eisini væl á leiðini heim aftur til Dubai.

 

Vit á JN.fo ynskja Peturi Hammer og Høgna Kallsberg hjartaliga tillukku við stóru avbjóðing teirra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder