Ítróttur

Petur fingið spennandi avbjóðing

...

2013-09-26 21:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

FIFA hevur sett Petur Reinert at leiða HM-undankappingardystin og grannauppgerðina ímillum Litava og Letland.

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA hevur sett Petur Reinert, Regin Egholm og Jan á Líðarenda at leiða HM-undankappingardystin millum Litava og Letland, sum verður á LFF Leikvøllinum í Vilnius fríggjadagin 11. oktober.

Hetta er samstundis fyrstu ferð, at Petur, Regin og Jan fáa møguleikan leiða ein undankappingardyst í samband við heimsmeistaraheitið.

Petur Reinert verður dómari, meðan Regin Egholm og Jan á Líðarenda vera hjálpardómarar, og 4. dómari verður íslendingurin Thóroddur Hjaltalín.

Grannauppgerð
Tað er eisini nógv ið stendur uppá spæl, tá Litava og Letland møtast. Vanliga verður nógv gjørt burtur úr dystum, tá talan er um grannauppgerðir millum baltisku londini, og til grannauppgerðina hesaferð er als einki undantak.

Bæði londini hava spælt átta dystir í bólkaspælinum, og nú næstseinasta umfar er á skránni, hevur Litava 8 stig, meðan Letland er bara eitt stig aftan fyri, og hevur 7 stig.

Hvørki av londunum hevur møguleika at koma víðari til HM-endaspælið, men fyri baltisku londini er tað av stórum tídningi, at vinna dystirnar ímóti grannunum, og helst enda omanfyri á stigatalvuni.

HM-undankappingardysturin millum Litava og Letland verður spældur á LFF Leikvøllinum í Vilnius, leygardagin 11. oktober, kl. 18:30, lokala tíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder