Av persónligum ávum hevur Petur Elias Petersen, tikið seg úr starvinum sum forseti fyri Ítróttasamband Føroya.
Hann hevur verið forseti í Ítróttasambandi Føroya síðani á vári í 2010. Hann varð valdur í Starvsnevnd í ÍSF???s í 1995, og hevur sitið í nevndini síðani. Fyrst í mong ár sum skrivari, síðani nøkur ár sum næstformaður og seinastu seks árini sum forseti.
Petur Elias Petersen, hevur verið partur av ítróttaumhvørvinum, síðani hann var smádrongur, fyrst sum íðkandi og seinnu mongu árini sum nevndarlimur.
Hann hevur sitið í mongum álitisstørvum innan ítróttina, og kunnu nevnast Sandavágs Ítróttafelag, har hann sat í nevndini í 10 ár. Nøkur ár í áttatiárunum sat hann sum formaður í Dómaranevndini hjá HSF, hann sat eisini sum formaður í kappingarnevndini hjá RSF í nøkur ár, í Oyggjaleikanevndini. Í nærum tíggju ár, var hann eisini liðleiðari hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti.
Hann vil ynskja Ítróttasambandi Føroya alt tað besta í framtíðini og hevur hesa heilsan. Tit, ið taka eftir og eru partur av umhvørvinum og hava ábyrgdina, ansi væl eftir felagskapinum, sum má ganga fram um møguligan løtuvinning og stuttskygdar loysnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald