Petur Elias kann gevast í ÍSF við góðari samvitsku.
Vit sum kenna Petur Elias vita, at hann altíð er heilur har hann er. Undirritaði kennur Petur Elias frá barnsbeini av, hann gjørdi eitt stórarbeiði ínnan ítróttin í heimbygd síni í mong ár, var undangongumaður og tordi at taka stig og ábyrgd, stóra tøkk fyri tín leiklut har Petur Elias - og somuleiðis tøkk fyri gott samstarv tað tíðina.
Petur Elias hevur gingið á odda og gjøgnumført fleiri neyðugar broytingar innan ÍSF. Tað at ganga á odda og broyta ein so stóran felagsskap, sum ÍSF er, tað krevur sín mann - og tað hevur forsetin megnað væl.
Vit skulu hava í huga, at slík arbeiðið, sum Petur Elias hevur fingist við, eru ólønt. Petur Elias hevur brúkt alla sína fríðtíð uppá ítróttin, alt uttan løn, hann hevur sitið í starvsnevnd ÍSF´s í 21 ár og tey seks seinastu árini sum forseti við evstu ábyrgd.
Takk skalt tú hava Petur Elias.
Jóanis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald