Ítróttur

Peter: KÍF straffar okkum tá vit gera feilir

...

2016-02-05 04:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KÍF og H71 leiktu í kvøld fyrru hálvfinaluna í Coca-Cola steypakappingini hjá monnum. KÍF vann dystin 23-21. Eftir dystin fingu vit orð á Peter Krogh ið spælir við H71.

Les beinleiðis dagføringina ið vit høvdu frá dystinum her.

Hvussu heldur tú, at tit loysa dystin?

- Eg veit ikki hvat at skal siga. Eg haldi at vit høvdu stýr á dystinum líka til eitt korter var eftir av dystinum. Síðana blaka vit alt vekk.

Hví vinna KÍF dystin?

- Teir klára at renna okkum niður, tá vit gera feilir, og tað er ein máti teir skorað teirra mál uppá. Eg haldi at okkara verja stendur væl til tíðir, men teir straffa okkum tá vit gera feilir tað er tí at KÍF vinnur. 

Skulu tit broyta nakað til sunnudagin?

- Vit mugu fáa stýr á okkara álopspæl, og so skulu vit skora meira enn 21 mál fyri at koma í finaluna, segði Peter við jn.fo eftir dystin.

Les samrøðuna við Ása Dam hjá KÍF her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder