2021-06-13 22:47

Á aðalfundinum hjá Flogbóltssambandinum í dag, boðaði formaðurin Magnus Tausen frá, at hann tók ikki við afturvali. Í hansara stað varð Peter Holm valdur til formann. Somuleiðis tók Winnie Simonsen ikki við afturvali sum nevndarlimur. Nývaldur í nevndina er Jóhan á Mýrini. Hini í nevndini eru Jónleyg Poulsen, Guðrun L. Joensen og Magnus Tausen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald