Politikkur

Pensjónsuppskotið eggjar ikki til privata uppsparing

...

2018-03-07 14:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Starvsmannafelagið:

PENSJ??NSNÝSKIPANIN: Grundupphæddin hjá pensjonistum er knúturin, sum skal loysast um Sambandsflokkurin skal við í eina semju um pensjónsskipanina. Frágreiðingin frá landsstýriskvinnuni í almannamálum um, at útgjaldið úr Samhaldsfasta samstundis hækkar, rínir ikki við sambandsformannin

 

??ssur Winthereig, PRESS

 

- Tað sum alt snýr seg um við eini nýggjari pensjónsskipan er at fáa eitt høgt botnstøði. Toppurin skal nokk klára seg, segði Sonja Jógvansddóttir. Hon vísti á, at botnstøðið hjá einum støkum pensjonisti, sum ikki hevur nakra uppsparing, er ov lágt.

 

- Henda nýggja skipanin klárar ikki at lyfta staka pensjonistin úr fátækraváða, segði Sonja Jógvansdóttir.

 

 

Eftir aðalfundin í Starvsmannafelagnum var skipað fyri pallborðsfundi um nýggju pensjónsskipanina, sum liggur í fíggjarnevndini í løgtinginum. Við pallborðið sótu Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinna, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. Haraftur var Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur eisini við.

 

Ein av broyingunum, sum klívur partarnar er, hvussu grundupphæddin skal útgjaldast. Higartil hava allir pensjonistar fingið grundupphæddina órørda, men eftir nýggju skipanini verður mótroknað í grundupphæddini, tá onnur inntøka hækkar. Ein onnur broyting er, at inngjaldið í Samhaldsfasta hækkar og harvið eisini útgjaldið, men tað er skattskyldugt.

 

Tvær grundupphæddir

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, vísti á, at grundupphæddin áður bæði hevur verið skattað og at mótroknað hevur verið í grundupphæddini.

 

Hennara sjónarmið er, at nú eru tvær grundupphæddir.

 

- Í mínum høvdi hava vit tvær grundupphæddir í dag. Samhaldsfasti er eisini at meta sum ein grundupphædd, tí øll fáa tað sama útgoldið, helt Eyðgunn Samuelsen.

 

 

Grundupphæddin hevur síðani seinasti í 90-unum fingið ein serligan status, sum ein friðað upphædd.

 

Sonja Jógvansdóttir helt ikki, at tað er neyðugt at friða grundupphæddina heilt, men mótrokning eigur eftir hennara tykki fyrst at vera gjørd í viðbótini.

 

- Tað er eitt stórt brek við verandi uppskoti, at man byrjar at mótrokna í grundupphæddini so tíðliga, helt Sonja Jógvansdóttir.

 

- Tað er ein skipan vit kenna, so tað er eingin grund at broyta tað. Men tá viðbótin er mótroknað heilt burtur, so hevði eg ikki fingið fortreð av, at man fór eftir grundupphæddin fyri tær heilt stóru inntøkurnar, helt Sonja Jógvansdóttir.

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, helt størsta brekið við nýggju pensjónsskipanini júst vera, at skorið verður í grundupphæddini.

 

- Um tit lata grundupphæddina fáa frið, so eru vit til reiðar at gera eina semju um pensjónsskipanina, segði Bárður á Steig Nielsen við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu.

 

- Grundupphæddin er ein sáttmáli millum ættarlið, so fyrsta kravið er, at hon skal ikki rørast. Annað kravið er, at vit mugu eggja fólki til meiri uppsparing enn tey kravdu 12 prosentini, helt sambandsformaðurin.

 

 

Síðani broytingarnar í 2011 hava øll pensjónsinngjøld verið skattað við 40 prosentum, men eftir nýggja uppskotinum skulu pensjónsinngjøldini hjá teimum lægru inntøkunum skattast við 30 prosentum. Fer lønin upp um 27.500 kr hækkar forskattingin úr 30 upp í 40 prosent.

 

Sonja Jógvansdóttir helt, at skattingin var alt ov høg.

 

- Tað er ikki ok at rinda 40 prosent av fyrstu krónu av pensjónsinngjaldinum. Tað er kanska í lagi, tá man er komin upp í nakrar hundrað túsund krónur, men ikki av fyrstu krónu. Hetta átti at verið gjørt progressivt, so skattaprosentið hækkar so líðandi, segði Sonja Jógvansdóttir.

 

Eisini Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, nevndi 40% skattin av pensjónsuppsparingini og mælti verandi samgongu til at lækka tað aftur.

 

Eyðgunn Samuelsen staðfesti, at í nýggju pensjónsskipanini sæst ein politisk umfordeiling.

 

- Eg eri glað fyri, at vit gera pensjónsviðurskiftini betri hjá lág- og miðalinntøkum. Og at man skal upp í ein inntøku við síðuna av upp á meiri enn 200.000 kr áðrenn man fær minni enn í dag, segði Eyðgunn Samuelsen.

 

Eggja til eykauppsparing

Súni Selfoss segði seg vóna, at limirnir í Starvsmannafelagnum fóru at spara upp í góðum treysti. Kravda uppsparingin eftir eftirlønarlógini lækkar úr 15% niður í 12%, men sjálvandi kunnu, tey ið vilja tað, spara meiri upp.

 

 

- Tað góða við hesi skipanini er, at hon er betur enn tann verandi. Tað er eisini gott, at botnfrádrátturin er hækkaður, segði Súni Selfoss.

 

Hann fanst samstundis at, at nýggja pensjónsskipanin ikki hevði størri undirtøku í tinginum.

 

- Eg eri bangin fyri, at tað kann gerast ein keyp/sølu vøru, tá nýggjar samgongur í framtíðini verða skipaðar. Tað er øgiliga harmiligt, helt Súni Selfoss.

 

Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur, hevur fyri fakfelagssamstarvið greinað nýggju pensjónsskipanina. Spurdur beinleiðis um, hvat hann helt var størsta lýti við nýggju pensjónsskipanini svaraði hann:

 

- Tað er eggjanin at spara upp. Kravda uppsapringin lækkar úr 15% niður 12%, og tað hevði verið gott við eini skipan, sum eggjaði fólki til sjálvi at spara meiri upp enn tey kravdu 12 prosentini, helt búskaparfrøðingurin.

 

 

Foto: Dánjal Højgaard/Starvsmannafelagið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder