JN

Pensjónsnýskipanin: Egg ella ungi?

...

2018-01-24 12:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Starvsmannafelagið skrivaði nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráði 13 okt. 2017, har avtalan snúði seg um krónur og ikki prosent: 695 krónur fyrsta árið og 754 krónur næsta árið, íalt smáar 1500 krónur javnt til allar limir.

Hetta var gjørt hesuferð fyri at fáa tey lægstløntu lutfalsliga longri upp. Vit eru nøgd við sáttmálan, men fyri tað er alneyðugt at fylgja væl við og royna at ávirka politiskar ætlanir, so tær eru til limanna fyrimun.

Ein av teimum er pensjónsnýskipanin.

Burðurin hevur verið tungur at fáa skipað eftirlønarviðurskiftini her á landi. Síðani Petur Mohr Dam við dyggari danskari hjálp kom við fólkapensjónini, hevur politiska landslagið verið trekt at taka hond um málið. Heldur enn at fara til arbeiðis og loysa henda stóra og avbjóðandi spurning hava smáligar ósemjur, kegl og vantandi virkishugur fingið loyvi at darva og í besta føri halda status quo. Gaman í, ógvuliga treyðugt kom Samhaldsfasti fyrst í 90 árunuum ??? ein sera spøk byrjan, sum tíðin seinni kravdi skuldi broytast til nakað veruligt, les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder