Politikkur

Pensjónsnýskipan: Tey hækka skattin og gera A og B pensjónistar

...

2017-11-03 20:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??ll, sum arbeiða, umframt vinnulívið, skulurinda meira í skatti,tykist vera høvuðsmálið í pensjónsskipanini hjá samgonguni-og Sjálvstýrinum. Tað tykist onki mark vera fyri, hvussu nógvan skatt ogavgjøld, hendan samgongan vil áleggja fólki, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.

Viðpensjónsnýskipanini hjá Samgonguni og Sjálvstýrinum skal persónliga uppsparingin minka,ogístaðin skulu pengarnir takast inn umvegis skatt.

-Bæði arbeiðsfólkog vinnulívið skulu bløða, meinar Jørgen Niclasen.

-Fólkapensjónin hevur veriðvirðisgrundarlagið hjá Javnaðarflokkinum ???pensjón, sum øll hava havt rætt til ???men tann rætturin fer nú í søguna. Fólk, sumhava goldið inn alt sítt lív,kunnu enda við sviðusoð, tínú verða bert nøkur, sum fáa úr aftur skipanini.

-Í almennu sáttmálunum fáa almenn starvsfólk millum 15 og 18 prosent oman á lønina til egna pensjónsuppsparing.Landsstýrið og Sjálvstýri ætla nú, atbara12 prosentskulu rindast til egna uppsparing, tí at 3 prosent skulu rindast ískatti tilsamhaldsfasta.

-Hugburðurin tykist vera, at eingin skal klára seg sjálvan, men rinda í dýrum dómum til tað almenna, fyri síðan at gerast klientur,sigur Jørgen Niclasen.

-Vit meina, at loysnin á pensjónsviðurskiftummá vera, at tey eldru, sum orka,fáa høvi at arbeiða; tí tá verður møguligtat tryggja tey, sum ikki orka.

- Men vhesumuppskotinumfertað ikkiat loysa seg at arbeiða, greiður formaður Fólkafloksins frá, og dregur fram, at: um ein borgari forvinnur 100 krónur, missur viðkomandi 40 krónur í grundarupphædd, umframt at rinda skatt av teimum 100 krónunum. Sostatt verða í mesta lagi 30 krónur eftir av hvørjum 100 fortjentum krónum!

-Fólkaflokkurin varð boðin á fund í januarmánaða, har vit greiddu frá okkara hugsan um eina nýggja pensjónsskipan. Men vit hava síðanihvørkihoyrt orð ella eið. Tískil má niðurstøðan vera, at samgongan ei vil nakra breiða semju, men heldur smalar semjur, sum flestar snúgva seg um skatta- og avgjaldshækkan, endar Jørgen Niclasen.

Fólkaflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder