Um andstøðan fær sín vilja, og vit halda á somu kós, sum tey gjørdu, so skulu vit aftur hækka kringvarpsgjaldið til pensjonistar, lækka útgjaldið úr Samhaldsfasta og lækka viðbøtirnar. Tað vil samanlagt geva fólkapensjonistum minni av pengum um hendi.
Men hetta vil samgongan ikki. Vit vilja halda okkara vallyfti og geva fólkapensjonistunum meiri at liva fyri.
Dømi:
í 2015 fær ein stakur fólkapensjonistur 11.434,-kr
Í 2016 fær ein stakur fólkapensjonistur 11.904,-kr
Í 2015 fær ein giftur pensjonistur 9.521,-kr
í 2016 hækkar hetta til 9.991,-kr
Tá eru grundarupphædd, viðbót, samhaldsfasti og brennistudningur íroknað.
Umframt hetta fáa allir fólkapensjonistar ein munandi lætta í kringvarpsgjaldinum. Allir pensjonistar koma at rinda 600,-kr í part um árið í kringvarpsgjaldið ??? fyri eini hjún verður tað 1200,-kr. Í ár er hetta talið 3600,-kr bæði fyri tann staka pensjonistin og fyri hjún.
Tað áttu vit øll, at fegnast um.
Annita á Fríðriksmørk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald