JN

Pengaskápið var skorið upp - myndir

...

2015-08-12 18:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Líkt er til, at innbrotsfólkini, sum hava verið í MB-húsinum í nátt, hava verið væl fyrireikað. Tey hava havt góð amboð við, tí pengaskapið er skorið upp og bent soleiðis at tað fekst upp. Eisini eru tey helst kunnug, um hvussu eitt pengaskáp kann latast upp, tí skorið er júst á tað staðið, har skerast skuldi.

Hvussu tey eru komin inn er enn ógreitt, men helst eru tey farin gjøgnum eitt vindeygað, sum er í endanum á MB-húsinum.

Fólkini eru helst væl kend í MB-húsinum, men tað vóru ikki nógvir pengar í skápinum - undir 1.500 kr. verður sagt frá MB.

Les meira HER.

Eisini innbrot í klædnahndil í Vatnsoyrum - les HER:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder