JN

Paul Hanssen talar í Føroyum

...

2018-03-01 09:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samkoman Gleðiboð hevur møtirøð við Gwen og Paul Hanssen í vikuskiftinum (2. - 4. mars 2018)

Bæði hava virkað fyri Harran í nógv ár, og hava eina upplívgandi ávirkan, har menniskju verða eggjað at taka andaliga lív sítt, saman við Jesusi, í álvara.

Tey reka samkomuna ???Seven Pillars Church of Praise??? í Clarksville í Indiana í USA.

Paul Hanssen, sum nú hevur prædikað í meir enn 40 ár, er sonur navnframa Willy Hanssen (eldra), sum í 1970???unum hevði vekingar- og grøðingarmøtir í Føroyum.

Møtirøðin verður í Gleðiboð á Hjalla 35 í Tórshavn.

- Fríggjakvøldið kl. 19.30.

- Leygarkvøldið kl. 19.30

- Sunnudagin kl. 17.

Sunnudagin er sunnudagsskúli fyri børnini, meðan talan er.

Fleiri upplýsingar eru á: facebook.com/gledibod.fo/

Um tit ynskja at vita meir, kunnu tit eisini venda tykkum til Jógvan Poulsen, fyristøðumann í Gleðiboð, á tlf. 585080.

??ll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder