TB og Fleyr hava í dag spælt semifinalu í steypakappingini í flogbólti hjá kvinnum. JN.fo hitti eftir dystin venjarin hjá TB, Patrik Johannesen.
Myndir og meira um dystin, kann síggjast her.
Vit spurdu hann hvat tað var, sum gekk galið tvey tey fyrstu settini.
- Eg haldi ikki at spælarnir hjá okkum vóru klárar frá byrjan, eg veit ikki hvat gekk galið í høvdinum hjá teimum, tær vóru ikki mentalt klárar frá byrjan.
Les eisini: Katrin: Vit fingu broytt okkara spæl.
Vit spurdu eisini unga venjarin, hvat hann segði við tær eftir ay 2 sett vóru spæld.
- Vit skuldu fáa okkara spælarar at heva meira til Gudrid og fáa Katrin betri við, og fáa sett blokkin ørvísi. So koyrdi tað bara.
Hvussu var so at standa á síðulinjuni 3 tey seinastu settini?
- Tað var fantastiskt, hevði tað verið eg ið hevði spælt, hetta var sera stuttligt, segði Patrik at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald