Ítróttur

Patrik Johannesen skal verja málið hjá TB

...

2015-05-01 01:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF: Málverjin hjá TB, Ivan Stojkovic hevur karantenu, og tí verður tað útileikarin, Patrik Johannesen, ið skal verja málið hjá TB í dystinum móti EB/Streymi.

TB er komið í eina heilt serliga støðu.

Málverjin, Ivan Stojkovic, fekk reyða kortið í dystinum móti ÍF, og felagið hevur ongan royndan málverja til komandi dyst.

Í dystinum móti ÍF valdi TB, at Patrik Johannesen fór í málið, og hann kom bara heilt væl frá tí.

Patrik hevði bara verið í málinum í fá sekund, tá ÍF skoraði við fríssparki, men annars stóð hann sera væl, og bjargaði fleiri skotum, les meira á kringvarpinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder