JN

Pastor emeritus Martin Restorff Jacobsen

...

2015-05-01 16:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkakirkjan skrivar:

Í DAG: Martin Restorff Jacobsen   

Pól á Kletti 
[email protected] 

Tá sjøtul varð settur á henda teigin ???Pastor emeritus???, ið snýr seg um fráfarnar prestar og gerandisdag teirra eftir lokið starv, varð einki lyfti givið um, hvussu regluligur hann fór at vera. Lagt varð fyri við Niels Paula Danielsen, og gloppið er vorðið stórt, tí drúgv tíð er liðin, síðan vit settu honum stevnu. Næstur honum er Martin Restorff Jacobsen, sum vit í dag hava sett stevnu. 

Martin Restorff Jacobsen legði frá sær sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi 1. desember farna ár eftir snøgg fjøruti ár í prestaembætinum. Hann røkk eftirlønaraldur 10. nov. farna ár. 
Martin Restorff Jacobsen er vaksin upp og føddur í Havn á føðingardegi Martin Luthers 10. nov. 1947, og her kom eisini skúlagongdin at vera: Tórshavnar kommunuskúli (fyrstu tvey árini í núverandi býráðshúsinum umframt í Avhaldshúsinum), síðan í Færøernes Mellem- og Realskole. 

Í studentaskúlan í Hoydølum var farið í 1963, haðan hann tók nýmálsligt studentsprógv í 1966. 
Foreldrini vóru Andrias Restorff Jacobsen, keypmaður, føddur suðuri í Vági (mamman Fanny Restorff úr Havn, pápin Johan Jacobsen, lærari, av vestara Oyri sunnan úr Vági) og Gudrun Olsen úr Havn, dóttir Hanni á Lava, skipara úr Havn, og Jovinu Poulsen, ið ættað var úr Miðvági. 

??? Nær og hví fór tú undir at lesa gudfrøði? 

??? Sama heyst, eg varð studentur [1966] fór eg at lesa gudfrøði á ??rhus Universiteti. At valið júst fall á gudfrøði, komst helst av uppvøksturi í kirkjuliga sinnaðum heimi, har tað at ganga í kirkju kendist nakað sjálvsagt. Hartil kom eisini, at hesin lesnaður kendist mær sera spennandi, umfatandi og fjølbroyttur alt frá fremmandamálum sum hebraiskum, forngrikskum, NT-grikskum og látíni til lærugreinir sum kirkju- og dogmusøga, exegesa, hermeneutikk, dogmatikk, etikk o. s. fr. At valið fall á lærda háskúlan í ??rhus og ikki t. d. Keypmannahavn, komst helst av, at teologiska faktultetið hesi árini var kent fyri professarar sum Regin Prenter, P. G. Lindhardt, K. E. Løgstrup og Johs. Sløk. Eisini aðrir føroyingar komu at lesa um hetta sama mundið ??? Dávid Johannesen og Lisbeth Michelsen. Undan okkum var bert ein føroyingar, sum hevði lisið og tikið gudfrøðiprógv í ??rhus ??? tað var Jakob Magnussen, sáli, sum annars flestøll av lestrarárum mínum var prestur við Johanneskirkjuna í ??rhus. 

??? Nær tók tú gudfrøðiprógv, nær og hvar er tú prestvígdur og í hvørjum prestagjaldum hevur tú verið prestur og hvussu leingi? 

??? Eg var liðugur at lesa í 1974 og sama heyst tók eg við sum prestur í Suðuroyar syðra prestagjaldi við bústaði í Vági, prestvígdur í Havnar kirkju av Ejvind Villhelm, biskupi sála, (fyrsta prestvígsla hansara sum biskupur). Á vári 1978 tók eg við sum prestur í Christianskirkjuni í Fredericia í Danmark, har eg kom at virka sum sóknarprestur saman við tveimum øðrum prestum til eg á vári 1981 tók við sum sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi við bústaði í Hvalvík. Har kom eg at verða verandi í nærum 21 ár, líka til 1. des. 2001, tá eg tók við sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi (við kirkjurnar í Gøtu, á Toftum og á Nesi) hetta til eg eftir tilsamans 40 ára prestatænastu legði frá mær 1. des. 2014. 

??? Hvør er besta presttíðin? 

??? Eg kom at verða signaður á lívsleiðini við at fáa høvi at royna meg í heili fýra sera ymiskum prestagjaldum, bæði sum einsamallur prestur í prestagjaldinum og eisini saman við øðrum, m. a. prestaárini í Danmark, har vit vóru tríggir prestar um einu og somu kirkju. Ringt er at taka dagar ímillum, hvar best var at vera. Hetta er eisini tengt at, hvussu familjan ??? kona og børn ??? komu at trívast og falla til. Vónandi broytast vit á lívsleiðini og megna at laga okkum til at taka við nýggjum avbjóðingum, sum hepnaðust væl ella minni væl alt eftir móttøku og umstøðum, vit komu at búleikast undir. Havi allar dagar havt sang og tónleik høgt í metum og fari við gleði at minnast aftur á Kingo-kórið í Tjørnuvík, sum varð til meðan eg var prestur har norðuri. Eisini fegnist eg um at hava sungið við í kirkjukórinum Ljómi í Vági ??? eins og mær eisini fall í lut at vera partur av kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni og sangkórinum Eystanljóð í Gøtu. Hetta við takksemi, sum vit av sonnum skylda teimum sera dugnaligu organistum og kórleiðarum, sum mær var givið at samstarva við hesi mongu seinnu árini. Ikki er heldur at gloyma prestaárini í Fredericia í Danmark, har tey í Christianskirkjuni høvdu sera gott og framvegis hava virkið dreingjakór. Tíverri gongst ikki so væl allar staðir at fáa til vegar hollar og trúfastar organistar. Tað er at vóna, at eisini hesi virðismiklu tænastu verður lív lagað í komandi tíðum, tí hvat eru kirkjugongd og guðstænasta, um hesi ikki verða borin uppi av lívgandi sangi og tónleiki? 

Síðan Martin Restorff Jacobsen fór frá, hevur hann m. a. tikist við at reinskriva bók, sum ætlanin er at geva út í næstum um brævaskiftið millum teir báðar kirkjufedrarnar Augustinus og Hieronymus. 

??? Hetta er sera forkunnugt brævaskifti, har varðveitt eru um 18 brøv teirra millum, skrivað í árunum 393-419/420. Eitt brævaskifti, eg fekk innlit í á sumri 2000 á einum patristiskum skeiði í Bergen, men sum eg ikki til fulnar havi havt stundir at viðmerkt, týtt og reinskivað fyrenn nú, sigur Martin Restorff Jacobsen. 

Eisini hava í nýggja árinum fleiri kirkjur havt boð eftir Martin R. Jacobsen um urguleikaratænastu, har hann síðan 1. februar hevur verið fastur organistur í Suðuroy í kirkjunum í Vági og í Sumba. 

??? Eg havi fingið sera góða móttøku har suðuri, har eg frá fyrsta degi havi kent meg væl og heima. Eisini stuttligt og serstakt at koma aftur suður hagar, har eg á sinni í 1974 fór undir fyrstu prestatænastu mína. Tað hevur soleiðis kenst bæði fløvandi og hugvekjandi at fingið høvi at sitið við urguna og lýtt á lestrar, sum nú verða lisnir og bornir fram av gomlum konfirmantum, sum eg við gleði minnist afturá, sum nú eru vaksnir til mans og hava tikið við deknatænastu har suðuri. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder