Mentan

Páskastevna ??? ???Hann er upprisin!???

...

2015-03-27 14:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í døgunum frá langa fríggjadegi til annan páskadag skipa tey fýra missiónsarbeiðini á Glyvrum, í Rituvík, í Søldarfirði og á Toftum fyri felags páskastevnu. Um páskirnar minnast vit Jesu deyða og uppreisn, og yvirskriftin fyri páskastevnuna í ár er júst ???Hann er upprisin!??? Eins og í fjør verða flestu tiltøkini í Tabor á Toftum, men byrjað verður langa fríggjadag á Glyvrum.

Langa fríggjadag klokkan 21:00 verður møti í missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum, har Bergur Debes Joensen talar, og ung syngja.

Páskaaftan, páskadag og annan páskadag verður páskastevnan í Tabor á Toftum. Páskaaftan verður møti klokkan 19:00. Tá talar Torleif Johannesen, og manskórið í Rituvík syngur. Seinni um kvøldið, klokkan 22:00, verður eitt ungdómstiltak.

Páskadag verður møti klokkan 19:00, og tá talar Elsa ??stergaard, og TODOS av Glyvrum, sum byrjaði í heyst, syngur. Samstundis við hetta møtið verður barnamøti í kjallaranum í Tabor.

Annan páskadag verður møti klokkan 19:00, har Sigrun og Leo Hans Mikkelsen tala, og Taborkórið av Toftum syngur.

Til øll møtini verður skipað fyri barnaansing fyri børn til og við fjórða flokk.

Meðan møtini eru og eftir møtini er møguligt at fáa samtalu og forbøn. ??ll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder