
Í døgunum frá langa fríggjadegi til annan páskadag skipa tey fýra missiónsarbeiðini á Glyvrum, í Rituvík, í Søldarfirði og á Toftum fyri felags páskastevnu. Um páskirnar minnast vit, at Jesus við sínum deyða og uppreisn vann sigur á synd og deyða, og yvirskriftin fyri páskastevnuna í ár er ???Jesus ??? okkara sigur??? Í ár verða øll møtini í missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum.
Langa fríggjadag klokkan 21:00 verður ungdómsmøti, har Jónsvein Simonsen talar, og ung syngja.
Páskaaftan verður møti klokkan 19:00. Tá talar Alfred Petersen, og Taborkórið syngur. Seinni um kvøldið, klokkan 22:00, verður eitt ungdómstiltak, har Bjarki Johannesen talar.
Páskadag verður møti klokkan 19:00, og tá talar Sólrun Poulsen, og TODOS syngur.
Annan páskadag verður møti klokkan 19:00, har Pól Johannesen talar, og manskórið í Rituvík syngur.
Til øll møtini verður skipað fyri barnaansing fyri børn til og við fjórða flokk.
Meðan møtini eru og eftir møtini er møguligt at fáa samtalu og forbøn. ??ll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald