Í døgunum frá langa fríggjadegi til annan páskadag skipa missiónsarbeiðini á eystara armi við Skálafjørðin fyri páskastevnu. Hetta er fjórða árið á rað, at arbeiðini hava páskamøtir í felag, og í ár verður páskastevnan í missiónshúsinum Tabor á Toftum. Um páskirnar minnast vit Jesu frelsugerning, og yvirskriftin fyri páskastevnuna í ár er ???Hitt sæla býtið???.
Páskastevnan verður í døgunum frá páskaaftan til annan páskadag, men longu langa fríggjadag klokkan 21.00 er ungdómsmøti í missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum, har Bodil Jacobsen talar um evnið ???Gud mín! Gud mín, hví fórt tú frá mær????, og ung av Glyvrum skipa fyri lovsangi.
Páskaaftan verður møti klokkan 19.00. Tá talar Mariann Poulsen um evnið ???Hann, sum ikki visti um synd, varð gjørdur til synd...???, og menn úr Rituvík syngja. Seinni um kvøldið, klokkan 22.00, verður eitt ungdómstiltak.
Páskadag verður møti klokkan 19.00, og tá talar Ovi Brim um páska- og uppreisnargleðina, og Taborkórið syngur.
Annan páskadag klokkan 15.00 verður ein spennandi felagssunnudagsskúli, og klokkan 19.00 verður møti, har Jógvan Højgaard talar um evnið ???Jesus, okkara fylgisveinur???, og Todos syngur.
Til øll møtini verður skipað fyri barnaansing fyri børn til og við fimta flokk.
Meðan møtini eru og eftir møtini er møguligt at fáa samtalu og forbøn. ??ll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald