???Men eingilin tók til máls og segði við kvinnurnar: ???Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt.??? Evangeliið eftir Matteus 28, 5-6
Ein smádrongur segði einaferð: ???Tað er so býtt, at vit skulu doyggja. Eg haldi ikki, at tað er neyðugt at skifta menniskjuni út í heilum. Eru vit her, so eru vit her, tað haldi eg,???vildi drongurin vera við. Okkurt er kanska um tað, men nú er deyðin komin inn í heimin sum tey kor, vit ikki sleppa undan. Eingin kristin meining er heldur við deyðanum. Tvørturímóti. Deyðin er og verður lívsins fíggindi og eisini Guðs fíggindi og mótstøðumaður.
Mong halda, at inn í Guðs ríki fara øll bara AV at doyggja. Men deyðin er ikki vegurin inn í Guðs ríki. Vegurin er hann, ið sigur um seg sjálvan: Eg eri vegurin, sannleikin og lívið, eingin kemur til faðirin uttan við mær. Onnur siga, at deyðin er tað seinasta, eftir deyðan gerast vit dust og hvørva. Hesi siga, at eingin hevur heldur sæð, at Jesus reis upp, sum tey trúgvandi kristnu tala um, og hví skulu vit so trúgva á nakað, vit ikki hava sæð ella einki prógv hava fyri?
Bara hin kristna vónin ??? vónin, sum ikki sær - kann trúgva tí. Soleiðis er tað við uppreisnini og uppreisnarboðskapinum. Hesum kunnu vit bara taka ímóti í trúgv og vón. Annaðhvørt trúgva vit, at Jesus veruliga reis upp frá deyðum, ella gera vit tað ikki. Millumvegur ella millumstøða finst ikki.
Tað merkir tó ikki, at vit frá nú av sleppa frá gravarmyrkrinum, ella at vit ikki koma til at siga okkara kæru farvæl og teimum, ið vit halda av. Vit vita væl, at deyði og djevul støðugt gera sín oyðandi gerning okkara millum, men trúgvin og vónin siga okkum, at tað bara varir stutta stund. Trúgvin og vónin eru forskot upp á uppreisnargleðina, meðan tað støðugt er myrkt.
Sum kristin liva vit í vónini, vit hava ikki enn nátt tí, sum er mál okkara. Um so var, tá nýttist okkum ikki at havt nakra vón og trúgv. Men ???trúgv er treyst í tí, sum vóna verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja???, sigur ápostulin.
Mær tykir at akkerið er vakrasta myndin av vónini. Tað finst á gravum hjá kristnum heilt aftur í fornkirkjuna. Okkara tíð tosar um prógv, um tað, sum sæst og sum nemast kann við. Tað, sum ikki kann prógvast, tað, sum ikki sæst og ikki kann rørast við, ja, tað trúgva vit ikki á. Akkerið hevur sítt arbeiðsøkið í tí ósjónliga, á havsins botni, har eyga ikki longur kann fylgja tí. Tí er akkerið so vøkur mynd av tí kristnu vónini. Í Halgubók stendur, at hin ævigi Guð er ósjónligur. Eingin hevur á nøkrum sinni sæð hann, men orð hansara er her í verðini og er okkara lívsakker. Høvundin av Hebrearabrævinum skrivar, at vón hins kristna er sum akker sálarinnar, tað liggur trygt og fast og røkkur inn um forhangið. Sum akkerið hevur sín týdning í tí ósjónliga dýpinum, har tað festir seg og stabiliserar skipið, soleiðis er eisini í kristinlívinum. Ikki fyrr enn tað er ankra uttanfyri okkum sjálv, í hini ósjónligu verðini, hevur tað møguleika at halda okkum føstum í lívsins stormum. Eitt lív, sum hvílir á nøkrum í okkum sjálvum, er sum at hyggja eftir einum akkerið, ið er innanborðs, ella sum hongur í klússinum. Ta er læran hjá ???herligheitsteologiini??? at vit altíð mega síggja akkerið. Í grundini er tað at siga frá sær ævinleikan. Bjargingin er júst tann, at seta vón sína á tað ósjónliga. Akkerið og ein partur av ketuni eru innan fyri í logn og dýrd, meðan hin parturin av ketuni saman við lívsfari okkara enn er uttan fyri í einum syndigum heimi, har ódnirnar so ofta herja. Vit eru ikki sveimarar, men sum kristin eru vit realistisk menniskju.
Einglaboðskapurin til tær óttafullu kvinnurnar við grøvina er størsta troyst teirra kristnu: ???Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt.??? Heimsins valdsharrar og onnur kundu ikki steðga Jesusi. Hann sigraði á teimun ringastu mótstøðumonnunum. Og tað er hann, vit vænta kemur aftur í dýrd og mæti.
Gleðiligar páskir.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald