Og tá ið hvíludagurin var farin, keyptu Maria Magdalena og Maria, móðir Jákups, og Salóme vælangandi smyrsl fyri at fara at salva hann. Og reiðuliga árla á morgni hin fyrsta dagin í vikuni koma tær til grøvina, um sólarris. Og tær søgdu hvør við aðra: "Hvør skal velta okkum steinin burtur frá gravarmunnanum?" Og tá ið tær hugdu upp, vórðu tær varar við, at steinurin var veltur frá, tí at hann var ógvuliga stórur. Og tær fóru inn í grøvina og sóu ein ungan mann sitandi høgrumegin í síðum, hvítum klæðum, og tær ræddust. Men hann sigur við tær: "Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp, hann er ikki her. Hyggið, har er staðurin, har sum teir løgdu hann. Men farið avstað, sigið við lærusveinar hansara og við Pætur: Hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann, soleiðis sum hann hevur sagt tykkum!"
Mentan
Páskadag
...
2016-03-27 00:41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald