Vinna

Partrolararnir landa til Pelagos í Fuglafirði

...

2016-01-14 19:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Partrolararnir Fram/Sjagaklettur og Eysturbúgvin/Vesturbúgvin, sum hava fiskað makrel í ES-sjógvi tætt suður úr føroyska markinum sigla allir til Føroyar, teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði - Fram/Sjagaklettur hava 540 tons og Vesturbúgvin/Eysturbúgvin hava smá 300 tons, teir verða allir á Fuglafirði í kvøld.

Vit á JN.fo hava tosað umborð á Fram við skiparan Mikkjal Hammer, Mikkjal segði at hendan túrin hevði veðrið roynst væl, hann segði, at makrelurin flutti seg skjótt í ein útsynning og tá ið teir ikki hava loyvið at fiska makrel sunnanfyri St. Kilda, so var umráðandi at gera skjótt av, segði ein altíð vælupplagdur Mikkjal Hammer.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder