2015-02-13 01:41
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Partrolararnir hava havt smáligan fiskiskap tað seinastu vikuna, teir flestu royna á Fugloyarbankanum, men eisini roynir okkurt par sunnanfyri.
Jaspis og Ametyst hava landað til Barðið í Havn í dag, teir høvdu tilsamans 125.000 pund, meginparturin var upsi.
Bakur og Stelkur hava landað til Faroe Origin í Runavík, teir høvdu tilsamans 130.000 pund, eisini hjá teimum var meginparturin upsi. Bakur og Stelkur eru farnir nýggjan túr fyri løtu síðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald