JN

París: 18-ára gamli maðurin leyslatin

...

2015-01-10 17:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann 18-ára gamli maðurin, sum var handtikin í sambandi við yvirgangsatsøknina á vikublaði Charlie Hebdo í París, er nú blivin leyslatin aftur. Tað skriva útlendskir miðlar.

Tann franska tíðindastovan Le Figaro, skrivar sambært VG.no, at tann 18-ára gamli maðurin var leyslatin fríggjadagin. Hann hevur sitið í varðhaldi síðani mikudagin, tá hann sjálvur meldaði seg til løgregluna, eftir at løgreglan hevði sent eina eftirlýsing av manninum út í miðlarnar.

Keldir siga til Le Monde, at tað var aldrin nakar triði-persónur við í yvirgangsatsøknini á vikublaðið.

Teir báðir brøðurnir Chérif og Said Kouachi, sum stóðu aftanfyri yvirgangsatsøknina, vóru dripnir í gjár, tá servand løgreglulið lupu á bygningin, har teir høvdu tikið eitt fólk til gísla. Tað hendi í býnum Dammatin-en-Göele, sum liggur norðan fyri París.

Meira um sama mál.

Gíslatakarnir eru dripnir.

Tvær gíslatøkur í Fraklandi.

88.000 løgreglufólk eru við í leitingini.

Gísli goymdi seg í papperkju og hjálpti løgregluni allan dagin.

12 fólk skotin til deyða í París.

Tvey løgreglufólk skotin í París í morgun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder