Vinna

Pallborðsfundur um føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

....

2016-08-25 20:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv

Pallborðsfundur verður í ítróttarhøllini í Trongisvági leygarkvøldið 27.august 2016 kl. 18.00. Evnið á Pallborðsfundinum verður føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi og leikluturin hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi í álitinum Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Tey, sum koma at sita við pallborðið, verða: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri Jenis av Rana, lækni og løgtingsmaður Bjørg av Rana. Brøv frá barnakonum verða lisin á fundinum. Allir bý- og bygdaráðslimir í Suðuroynni eru bodnir at sita við eitt pallborð, sum kann seta teimum, sum sita við høvuðspallborðið, spurningar. Áhoyrarar kunnu eisini seta spurningar. Fundarstjóri verður Beinta Løwe, tíðindakvinna í Kringvarpinum. Tøkningur verður Eyðun Ásason Við heilsan Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder