2015-08-20 22:27
Veljarin hevur saknað tað góða gamla við veljarafundum, og tí hava politisku feløgini í Norðstreymi skipað soleiðis fyri, at tríggir veljarafundir vera komandi dagarnar.
Tann fyrsti verður í auluni í Vestmanna Skúla hóskvøldið 20. august kl.19.30, tann næsti verðurí Arbeiðsmannafelagshúsinum í Kollafirðimánakvøldið 24. august Kl.19.30, og tann triði verður í Eydnuni á Oyrarbakka mikukvøldið 26. august kl. 19.30.
Vónað verður, at valevnini fara at geva áhoyrarunum gott grundarlag at seta spurningar, og at fleiri áhugaverdir spurningar koma úr salinum eisini.
Fyrsti fundurin verður í auluni í Vestmanna skúla í kvøld /hóskvøldið kl. 19.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald