2017-02-02 09:08
Hvat sigur fiskivinnan um fiskivinnunýskipan? Tað verður evnið á einum stórum pallborðsfundi á Skúlatrøð í sambandi við Torradagarnar í februar. Tað verða ikki politikarar sum fara at kjakast um fisk, men umboð fyri fiskivinnuna fara at siga sína hugsan.
Í samband við Torradagarnar, sum vera í Klaksvík í februar, verður fyriskipaður ein kunnandi pallborðsfundur á Skúlatrøð, har so at siga allir skipabólkar og aktørar í vinnuni sleppa framat. Símun Gullaksen frá Gamla Seglhúsinum, hevur tikið stig til henda fundin í samráð við Kringvarp Føroya.???Fundurin skal roknast sum ein møguleiki hjá allari fiskivinnuni á sjónum at koma við sínum sjónarmiðum um eina nýggja fiskivinnuskipan fyri Føroyar,??? sigur Símun Gullaksen.
Fundurin verður fríggjakvøldið 17. februar klokkan 19, og hann verður sendur beinleiðis í útvarpinum hjá KvF. Jón Brian Hvidtfelt og ??luva Zachariasen verða fundarstjórar.
Teir ið fara at sita við pallborðið verða:
1. Poul Huus Sólstein, Klaksvík (North Pelagic)
2. Hanus Hansen, Klaksvík (Trolarar í Barentshavinum)
3. Kristian Martin Rasmussen, Klaksvík (Nótaflotin)
4. Annfinn Olsen, Fuglafjørður (Nótaflotin/Barentshavið)
5. Dánjal í Skálum, Vestmanna (Partrolarar)
6. Kristian Martin Petersen, Fuglafjørður (Stállínuskip)
7. Tummas Henriksen, Sørvágur (Lemmatrolarar)
8. Janus Knudsen, Saltangará (Trolbátar)
9. Absalon í Buð, Hvannasund (??tróðrarbátar)
Politikararnir sleppa framat á øðrum fundi
Á Torradøgunum verður ein annar viðkomandi fundur um sama evnið. Hann verður mikudagin 15. februar, og har eru tað politisku flokkarnir, sum bera fram sína hugsan og sjónarmið. Sostatt verður tað møguligt á Torradøgunum í Klaksvík at hoyra hugsanir og sjónarmið frá bæði vinnuni og politikarunum.
Báðir fundirnir verða almennir. t hava hoyrt nógv um hvat politikarar halda um fiskivinnunýskipan, men hvat heldur vinnan sjálv ?
Hesin fundurin, har so at siga allir skipabólkar og aktørar í vinnuni sleppa framat, skal roknast fyri at verða ein møguleiki fyri alla fiskivinnuna á sjónum, at koma við sínum sjónarmiðið um eina nýggja fiskivinnuskipan fyri Føroyar.
Jón Brian Hvidtfelt verður fundarstjóri.
Pallborð (fyribyls skrá):
1.Poul Huus Sólstein, Klaksvík (North Pelagic)
2.Hanus Hansen, Klaksvík (Trolarar í Barentshavinum)
3.Kristian Martin Rasmussen, Klaksvík (Nótaflotin)
4.Annfinn Olsen, Fuglafjørður (Nótaflotin/Barentshavið)
5.Dánjal Jacobsen, Vestmanna (Partrolarar)
6.Kristian Martin Petersen, Fuglafjørður (Stállínuskip)
7.Tummas Henriksen, Sørvágur (Lemmatrolarar)
8.Janus Knudsen, Saltangará (Trolbátar)
9.Absalon í Buð, Hvannasund (??tróðrarbátar)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald