FSF: Gilli Sørensen hevur givið avboð til dystin ímóti Ungarn. Ístaðin hevur Lars Olsen úttikið Páll Klettskarð.
Men Lars Olsen, landsliðsvenjari, verður hesaferð noyddur at síggja burtur frá Gilla Sørensen. Gilli fekk heilaskjálvta í fyrsta dystinum fyri Brann í Norra, og nú meta læknarnir í norska felagnum, at tvøramaðurin ikki verður tøkur til landsliðsfótbólt um eina viku.
- Venjarin og læknin eru samdir um, at eg skuldi vera her, og so verða 100 prosent klárur til týdningarmikla dystin, sum vit hava um tvær vikur, sigur Gilli Sørensen við in.fo.
Í staðin fyri Gilla Sørensen hevur Lars Olsen úttikið Páll Klettskarð úr KÍ.
Seinnapartin mikudagin byrja fyrireikingarnar av álvara til dystin ímóti Ungarn, sum verður á Tórsvølli týsdagin 6. september klokkan 19:45.
Í komandi undankapping eru Føroyar í bólki B, saman við Portugal, Sveis, Ungarn, Lettlandi og
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald