2014-12-08 05:10
Hesin kroppurin er nú troyttur eftir eitt minniligt kvøld! Gott nokk komi eg heim tómhentur, tá ið talan er um metal, við tí mest ótakksama plássinum, sum er, nevniliga 4. plássið, men - við einum stórum persónligum metið og einari sera væl gjøgnumførdari kapping bæði tekniskt og taktiskt, so komi eg heim sera glaður og stoltur yvir, at tað arbeiði eg havi gjørt hevur lønt seg! Tær royndir, ið eg havi fingið við at svimja væl í einari so sterkari finalu gera, at eg ikki føli, at eg komi tómhentur heim. Alt í alt hava eg og Malan havt ein sera góðan túr í Qatar, sjálvt um tey ikki hava nakað jólapynt - skrivar Pál Joensen á Facebook í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald