Ítróttur

Pál 14:57.76 og víðari til HM-finalu í 1500 frí

...

2013-08-03 16:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Pál Joensen megnaði enn einaferð at svimja seg víðari til altjóða finalu á hægsta stigi, tá ið hann í innleiðandi riðlunum av 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:57.76. Finalan er í annaðkvøld, sunnukvøldið 4. august 2013.

Pál svam í triðja riðli av fýra, og tað sá ógvuliga kontrollerað út. Pál valdi ikki at fylgja við innleiðandi oddafiskunum í sínum riðli, sum millum annð taldu Gergely Gyurta úr Ungarn, ið sum nevnt luttók í 25 km havsvimjing síðsta vikuskifti.

Hann slepti tó ongantíð endanum heilt, og dróg teir so inn aftur ímóti endanum. Kanadiski Ryan Cochrane vildi nokk prógvað nakað, og var tí ongantíð til at fanga í hesum riðli; men Pál tók so allar hinar aftur, íroknað avstralska Jordan Harrison í einum seigpínandi endadpurti á umleið 200 metrar.

Planurin helt so gott sum fullkomiliga; Pál svam gott nokk nøkur sekund skjótari enn hann hevði ætlað og væntaði vildi røkka til eina finalu, men tað mátti nokk til til at tryggja sær plássið í finaluni. Og síðsti riðil vísti seg so lukkutíð ikki at eiga nakra sensatión. Eitt fimtapláss í finaluni er óført, tí tá liggur hann mest sannlíkt nær teimum sum fara at føra í morgin, og kann so betur draga nyttu at teimum, tað skrivar www.svimjing.com.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder