MYNDIR: Týsdagin klokkan 13:00 spælir kvinnulandsliðið seinasta dystin í innleiðandi HM-undankappignini. Vinnur føroyska liðið dystin, hava tær tryggjað sær pláss í sjálvari HM-undankappingini, sum byrjar í heyst.
- Vit gleða okkum sjálvandi til dystin ímóti Turkalandi. Tær hava vunnið greitt á Montenegro og Luksemborg (3-0 og 9-1), og vit eru tí greið yvir, at tað verður ein torfør uppgáva. Men eingin ivi skal vera um, at vit fara eftir sigrinum. Soleiðis sigur Pætur Clementsen, venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
Týsdagin klokkan 13:00 skulu okkara kvinnur spæla seinasta dystin í innleiðandi HM-undankappingini. Eftir tvey umfør hava Turkaland og Føroyar seks stig, og tað verður tí vinnarin av dystinum týsdagin, ið tryggjar sær pláss í sjálvari HM-undankappingini, sum byrjar í heyst.
- Allar okkara eru væl fyri, og til reiðar at stríðast fyri Føroyar einaferð afturat. Vit hava fingið tvey góð úrslit higartil, og tað hevur gjørt, at okkara hava fingið blóð á tonnina fyri fleiri stigum í hesari kappingini. Vit vilja so ótrúliga fegin sleppa í hasa undankappingina, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Í samband við dystin skipar FSF, saman við Skansanum og góðum stuðlum, fyri fjepparatiltaki á Tórsvølli.
Atlantic Airways, Føroya Tele, Bakkafrost og Betri bjóða saman við Føroya Bjór og MBM ókeypis kakao og bollar, laksarættir og sodavatn. Umframt tað vera kappingar á skránni, har áskoðararnir hava møguleika at vinna ein flogferðaseðil og landsliðsblusur. Harafturat skipar Skansin fyri andlitsmáling.
Landsdysturin millum Føroyar og Turkaland byrjar klokkan 13:00.
??KEYPIS ATGONGD ER TIL DYSTIN!
Myndir: Hans Erik Danielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald