Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur S. Clementsen, letur væl at fyrireikingunum hjá føroyska liðnum til innleiðandi HM-undankappingina. Nú verður bara bíðað eftir at kappingin fer í gongd.
Í kvøld klokkan 19:30 spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í innleiðandi HM-undankappingini, ið sum kunnugt verður spæld í Føroyum komandi dagarnar. Fyrsti dystur hjá okkara kvinnum verður ímóti Luksemborg.
Føroyska kvinnulandsliðið hevur fyrireikað seg væl til kappingina, og nú verður bara bíðað eftir at koma í gongd.
- Fyrireikingarnar hava gingið væl. Vit vandu fríggjadagin, tvær ferðir leygardagin og tvær ferðir sunnudagin. Og tá vóru líkindini góð, so tað var framúr. Síðani hava leikararnir hildið frí sunnukvøld og mánadag, áðrenn tær møttu inn aftur týsdagin, soleiðis at tær fingu eitt sindur av rásarúmi undan kappingini.
- Vit vandu so aftur týskvøldið, og høvdu eina lætta venjing í gjárkvøldið, har vit gingu ígjøgnum nøkur av taktisku tingunum til dystin í kvøld. Nú gleða vit okkum bara eftir at sleppa í gongd, sigur Pætur S. Clementsen.
Hevur ein luksus-trupulleika
Undan dystinum móti Luksemborg í kvøld, kann landsliðsvenjarin fegnast yvir, at allir spælararnir í føroyska hópinum eru tøkar.
- Vit hava ongar trupulleikar við skaðar at dragast við, so allar eru tøkar til dystin í kvøld. Tað er ein góður luksus-trupulleiki, sigur Pætur Clementsen.
??tla sær víðari
Føroyski venjarin er varin við at melda út um nakran málsetning, tá hann ikki orduliga kennir støðið hjá Montenegro og Turkalandi. Men hann viðurkennir, at tey rundanum føroyska hópin hava eina vón um, at tað ber til at spæla føroyska liðið víðari til HM-undankappingina.
- Luksemborg kenna vit væl, og har eiga vit at hava ein møguleika, um vit spæla væl. Teir dystirnar vit hava sæð hjá Montenegro og Turkalandi eru alt móti tjóðum, ið eru væl sterkari enn tey, og tí er ilt at meta um støðið í mun til okkara spælarar.
- Tað er tó eingin ivi um, at vit vónað, at koma víðari í kappingini. Tann málsetningin ætla vit at halda fast í, inntil vit hava góða orsøk til nakað annað. Men beint nú hava vit bara fokus á dystin ímóti Luksemborg í kvøld, sigur Pætur Clementsen at enda við heimasíðuna hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald