JN

Pætur: Einki riggaði hjá okkum

...

2016-04-21 11:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár var fyrra FM-finalan í FTZ-deildini millum VÍF og H71. Dysturin var í Vestmanna, og VÍF var nógv betra liðið, og vann dystin 31-20. Vit fingu fatur á Pætur Thomsen eftir dystin.

Sì eisini filmsbrot og myndir frá dystinum her.

Hvat hevur tú at siga um dystin?

- Eg veit ikki ordiliga hvat eg skal siga, alt kiksar hjá okkum. Alt sum vit høvdu avtala, so sum at standa væl í verjuni, riggar barasta ikki í dag. Heldur ikki fáa vit álopið at koyra. 

Les eisini: Ingi: Verjan hjá okkum stóð sera væl.

Hví heldur tú, so nógv ikki riggaði hjá tykkum?

- Eg dugi ikki ordiliga at siga tað, men tað kann hava verið, at menn ikki vóru nóg væl uppsettir til dystin. Vit hava ligið fremst alt ár. Vit hava møguliga tikið tað ov róligt móti kappingarenda.

Les eisini: Niklas: Alt riggaði hjá okkum.

Hvat hevur tað at siga fyri dystin, at Mark var skaddur, Rùni mátti av vøllinum í hálvleikinum, og at Peter bert fekk eitt mál.

- Tað hevur sjálvandi nógv at siga, at Mark ikki spældi, hann hevur verið ein stórspælari á liðnum nú í tvey ár. Breiddin minkar tá Rúni fer út. Peter verður mansvardur allan dystin, so hann fekk ikki gjørt tað stóra.

Hvat sigur tú so um títt egna avrik?

- Tað var fínt, men tað røkkur bara ikki nóg langt.

Hvat fara tit so at gera ørðvísi í Hoyvík?

- Nú mugu vit bara fyrireika okkum væl hósdagin og fríggjardagin, segði Pætur við JN.fo eftir dystin í gjár.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder