Ítróttur

Pætur Clementsen tekniskur stjóri í FSF

...

2015-04-29 21:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: - Vit skulu finna útav, hvussu vit best gera tingini upp á okkara máta, okkum øllum og føroyskum fótbólti at gagni, sigur Pætur Smith Clementsen, nýggjur tekniskur stjóri í FSF

Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur á fundi 29. apríl avgjørt at seta Pætur S. Clementsen í starv sum nýggjan tekniskan stjóra.


- Tekniski stjórin skal standa á odda fyri menningini av føroyskum fótbólti. Føroyskur fótbóltur er nógv mentur seinastu árini, og tað hevur alstóran týdning, at menningin er áhaldandi og skipað eftir rætta leistinum, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.

Starvið varð lýst leyst at søkja, og Fótbóltssambandið fekk níggju umsóknir ??? bæði úr Føroyum og uttanlands. Verandi tekniski stjórin, Petur Simonsen, fer frá vegna aldur seinni í ár. Forsetin í FSF er ikki í iva um, at føroyskur fótbóltur hevur fingið rætta persónin at standa á odda fyri menningini av føroyskum fótbólti.

- Tekniski stjórin skal ikki hugsa um næsta dyst ??? men um tey næstu árini. Nýggi tekniski stjórin hevur neyðugu førleikarnar, ágrýtnið og viljan til at flyta føroyskan fótbólt rætta vegin við framtíðini í huga, sigur Christian Andreasen.

Dreymastarv
Pætur S. Clementsen er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Hann hevur, hóast ungan aldur, drúgvar royndir sum venjari í fleiri føroyskum feløgum. Pætur hevur verið venjari hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, hjálparvenjari hjá U15 og U19 og ungdómsvenjari hjá KÍ, HB og B36.

- Eg ivaðist ikki í at søkja, tá ið eg las starvslýsingina. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein slíkur møguleiki kemur undan kavi. Eg haldi, at eg havi førleikarnar og royndirnar til at taka við hesum starvi, sum eg kalli mítt dreymastarv, sigur Pætur Smith Clementsen.

Í nýggja starvinum fær Pætur ábyrgd av venjaraútbúgving og leikaramenning. Harumframt skal hann skipa útbúgvingina av øllum fótbóltsvenjarum í Føroyum, og tekniski stjórin hevur ábyrgdina av ungdómsvenjarunum hjá FSF og at vera miðsavnandi fyri alt ungdómsarbeiðið hjá Fótbóltssambandi Føroya.

- Um vit vilja menna føroyskan fótbólt enn meira, er umráðandi, at vit gjølla greina hvønn krók av fótbólts-Føroyum, fyri at vita hvat er gott, og hvat kann mennast. Okkara lítla samfelag hevur nakrar avmarkingar við sær - men so avgjørt eisini nakrar møguleikar, sum onnur størri lond ikki hava. Vit skulu finna útav, hvussu vit best gera tingini upp á okkara máta, okkum øllum og føroyskum fótbólti at gagni, sigur Pætur S. Clementsen.

Flytur til Føroya

Nýggi tekniski stjórin ger seg í løtuni lidnan við master útbúgving innan ítrótt við sergrein innan ítróttasálarfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Afturat lesnaðinum hevur Pætur virkað sum úrvalsvenjari hjá ungdómsliðum hjá Lyngby Boldklub, sum í fleiri ár hevur víst á sera góð úrslit innan menning av ungum leikarum, hóast felagið ikki telist millum feløgini við størstu fíggjarætlanini.

Nýggi tekniski stjórin er 34 ára gamal. Fótbóltur og ítróttur hava verið ein øgiliga stórur partur av lívinum hjá Pæturi, og tað hevur altíð verið áhugi at venda aftur til Føroya eftir lokna útbúgving.

- Nú verður hugaligt hjá okkum at runda tíðina av í Danmark og flyta aftur til Føroya til spennandi avbjóðingar, sigur Pætur S. Clementsen.

Nýggi tekniski stjórin tekur við starvinum seinni í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder