Ítróttur

Oyggjaleikir - badminton

...

2017-06-09 07:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Badmintonlandsliðið er við at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar í Gotlandi seinni hendan mánaðin.

Farna vikuskiftið vóru níggju danskir leikarir úr donsku kappingini í Føroyum, tey eru úr Københavns Badmintonklub KBK, Lyngby Badmintonklub og Ikast Badmintonklub.

Spælt varð bæði einmans-, tvímans- og blandaðan tvímansleik, og fingu leikararnir nógvar góðar dystir, sum vóru bæði tættir og spennandi.

"Endamálið við kappingini var, at okkara leikarir skuldu fáa harða mótstøðu, so at tey eru so væl fyri sum møguligt til Gotlands, og hetta eydnaðist til fulnar", sigur formaðurin i Badmintonsambandinum Erik Engelbrecht Thomsen.

Føroyar eru styrkismettar sum nummar eitt í liðkappingini.

Sama vikuskiftið blivu eisini tveir nýggir dómarir útbúnir. Yngvi Guttesen og Niels Kári Samuelsen stóðu royndina við sera góðum úrsliti.

Hesi umboða Føroyar:

Gunnva Jacobsen

Kristina Eriksen

Rannvá Djurhuus Carlsson

Sissal Thomsen

Sólfríð Hjørleifsdóttir

Bartal Poulsen

Hilmar Kass

Magnus Dal-Christiansen

Niclas Højgaard Eysturoy

Rógvi Poulsen

Landsliðsvenjari er Aritra Nandy og hjálparvenjari er Paulo Pinheiro.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder