2015-04-06 22:42
Tórshavnar Golffelag hevur nú úttikið spælararnar, sum skulu umboða Føroyar á golfbreytunum í sambandi við Oyggjaleikirnar á Jersey í summar.
Frammanundan var greitt, at Finngerð Sólbjørg Clark, sum einasti kvinnuligi leikari, og Bo Knudsen, ið vann felagsmeistaraheitið (eisini kallað óalmenna føroyameistaraheitið) í 2014, skuldu við til leikirnar.
Seinastu dagarnir hevur úttøkukapping verið á golfbreytini á Glyvursnesi um tey seinastu trý plássini, og úrslitið av úttøkukappingini samstillað við úrslitini av øllum hinum kappingunum, sum eru spældar á Glyvursnesi undanfarnu 12 mánaðirnar, endaði við úttøkuni av hesum trimum spælarunum: Ragnar Isaksen, ??skar Eiríksson og Janus Norðberg.
Á Jersey verður spælt fýra ferðir 18 hol í døgunum 30. juni til 3. juli. Spælt verður á tveimum breytum, Royal Jersey Golf Club og La Moye Golf Club.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald