Ítróttur

Oyggjaleika úttøkukappingin 2017

...

2017-04-23 12:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??ttøkukappingin er nú liðug, og niðanfyri kunnu tit lesa hvørjar kvinnur, og hvørjir menn eru úttikin til at umboða Føroyar á komandi Oyggjaleikum, sum verða á Gotlandi komandi summar.

Fyrst er at siga at undirtøkan var nógv betur enn væntað, og tað var fantastiskt at síggja at okkara fjallasúkklarar stillaðu upp, og ríkaðu kappingina. OG tað var samstundis deiligt at síggja at formurin hjá teimum er blivin betur og betur, og aftur í kappingini í dag vóru tað Jógvan Højgaard og Hilmar Hansen (saman við øðrum sjálvandi) sum settu sín dám á kappingina.
Og líka so gott, og fantastiskt, var tað at síggja at fleiri kvinnur eisini stilla upp til kappingar, og vilja berjast fyri einum plássi á føroyska súkklulandsliðnum.

Veðrið argaði. Fyrst avgjørdu fyriskipararnir at broyta kappingina. Tað var ikki ráðiligt at fara niðan á Oyggjarvegin, og tað var ikki ráðiligt at koyra oman í Norðadal, og tað var slettis ikki ráðiligt at fara niðan á Sornfelli. 
Menn kannaðu hvussu tað var at koyra um Velbastaðháls, men tann teinurin bleiv eisini droppaður.

So bleiv avgjørt at koyra millum rundkoyringina við Skansan og rundkoyringina á Hamarinum. Men aftaná góðar 30 km avgjørdi dómarin at avlýsa kappingina. Tað kavaði nú so illa, at tað var ringt at síggja hvar ein koyrdi, tað var blivið hált, og tí vandamikið.
??ttøkunevndin hevði tó fingið eina góða meting av hvat og hvussu, og tí blivu hesi úttikin at umboða Føroyar á Gotlandi komandi summar.

Menn:
Torkil Veyhe 
Dávur Magnussen
Gunnar Dahl-Olsen
Jóhann Brend
Jan Hjaltalin Olsen

Kvinnur:
Birita Poulsen
Helena Dahl-Olsen
Svanna Poulsen

Hesi eru úttikin, men skulu siga TSF frá um tey at taka av plássinum á landsliðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder