Á heystið 2016 kom bóklingurin "Heildarætlan - fyri heilsutænastur í Norðurøkinum út". Her vóru nevnd 10 átøk, ið skuldu fremjast, og flestu kunnugt er flytingin av kommunulæknaviðtaluni harímillum.
Eg taki ikki undir við ætlanini um, at flyta kommunulæknarnar úr Læknamiðstøðini út í Niðristovu. Hetta tykiskt í mínum eygum sum eitt stórt spill av skattgjaldarans pengum, og skilji eg ei heldur ikki grundgevingarnar.
- Víst verður á í 2016, at broytingar mugu fremjast innan kommunulæknaøkið, tí tað er ov óstøðugt. Bert ein kommunulækni er í føstum starvi, og tískil koma fólk til avloysarar, og aldrin til tann sama læknan.
Nú skriva vit 2018. Tann 1.apríl verður tann triði kommunulæknin settur. Tískil eru allar viðtalurnar settar, og hava vit eina støðuga tænastu til borgaran.
- Átak 2 í bóklinginum vísir á, at kommunulæknaviðtalan skal flytast út í Nirðistovu á Norðoya Røktarheimi, og samstundis sum røktarheimið flytur heim á Læknamiðstøðina. Hetta gevur 14 búpláss á Læknamiðstøðina.
At vit skulu flyta kommunulæknarnar úr læknamiðstøðini - ið er skræddaraseymað til endamálið - til eitt 35 ára gamalt røktarheim, og vit samstundis flyta búfólk úr einum heimið við 13 búplássum og einum umlætningarplássi, er burturúr vón og vit!
So alt í alt, so verða 15 milliónir av skattgjaldarns pengum brúktar uppá, at tað skal flytast runt, og har onki er vunnið. Hvørki viðvíkjandi umstøðunum hjá kommunulæknunum ella búpláss til okkara eldri. Vit hava í løtuni brúk fyri áleið 10 bráðfeingis plássum á røktarheimum nú, og steðgar listin ikki har. Lat okkum heldur taka hond um hetta, ístaðin at fara undir hesa ætlan.
Lat okkum endurskoða ætlanirnar, ið vóru settar út í kortið í undanfarnu býráðssetu, og taka hetta upp til nýggja viðgerð, har vit kunnu taka tey fakligu tilmælini við, ið enn ikki eru blivin hoyrd. Soleiðis fáa vit eina sakliga viðgerð fyri allar partar!
Beinir Johannesen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald