
- løggildað sum sosialistiskt samgonguexperiment
Tað hevur verið ørkymlandi at fylgja kjakinum um fiskivinnunýskipanina. Málið er eisini farið fullkomiliga av sporinum, nú Løgtingið eisini hevur samtykti uppskot um royndaruppboðssølu. Ja, enntá broytingaruppskot við triðju viðgerð, sum løgtingsumsitingin hevði graverandi viðmerkingar til.
Treytaleyst nærlagni, klokkuklárar mannagongdir og rættartrygd hevur nú eyðsýnt ongan týdning. Tað er jú "målet, som helliger midlet".
Umframt at samtykkja lóg í andsøgn við grundlógina, so var komikkurin eisini fullkomin, tá borgarstjórin á Tvøroyri fyrst noktaði fyri teirri einu uppboðssøluni, fyri síðani sjálvur at leggja uppskot fyri tingið um tvær sølur ístaðin?!
Mission completed
Eingin kritiskur journalistikkkur, eingin mikrofonjagstran, men deyðatøgn. KvF nærum ikki umrøddi drúgvu viðgerðina á tingi mikudagin, har serstakliga nógvir álvarsspurningar og løglig ivamál vóru reist - bæði frá tingfólkum og eisini frá Løgtingsskrivstovuni.
Soleiðis var ikki undir seinasta valskeiði, har andstøðuviðmerkingar til øll handa mál vóru toygd í hvørjari lykkju í miðlinum.
Men kanska hóvaði úrslitið samgongu-hofleverandørinum hjá KvF í fiskivinnumálum, sum smírandi og vælnøgdur sat á áhoyraraplásinum og gottaði sær um málsgongdina?! Nú var best at tiga spurningar, ivamál og orðadrátt burtur. Mission completed.
Politisk umfordeiling
Í nullunum vóru ráðini frá búskapafrøðini, at flotin skuldi tillaga seg, at yvirkapasiteturin skuldi burtur so lønsemið gjørdist optimalt. Hesum ráðum fylgdi uppisjóvar- og Barentshavsflotin. Og úrslitini hava verið framúr. ??rtøkurnar hava vaksið og samfelagságóðin hevur verið søguligur.
Hetta hóvaði sjónliga ikki sosialistunum, sum uttan íhald hava gjørt seg til exponentar fyri nýggjari umfordeiling og størri rættvísi, so hesir flotar kunnu vera lutaðir í smærri og veikari eindir.
Seinasta stuntið við íblandan er so, at partur av Barentshavskvotunum skal seljast á uppboðssølu - politisk vald umfordeiling, kallað marknaðargrundað fiskivinnuskipan.
Hvussu hetta skal gerast veit eingin, men tann sum keypir, sleppur so ikki at virðisøkja fiskin umborð. Fiskurin skal ótilvirkaður til lands.
Fólksins ogn?
Tað var grand old man í fiskivinnuumsitingini, pápi fiskimálaráðharran, sum í síni tíð fekk lirkað tekst í lógina, sum síðani hevur fylgt vinnuni sum marran - tilfeingið í havinum er ???fólksins ogn???.
Hvat hetta merkir veit eingin, tí ???eitt fólk??? kann ikki hava ognarrætt til nakað sum helst. Tað sum øll eiga, eigur ongin.
Hetta hugtak er so líðandi blivið grundarsteinurin í herferð móti privata vinnulívinum, móti sokallaðu "spekulantunum" sum tjena ov nógvar pengar.
So við og við er øll málsgongdin stýrd av "fólksins ogn" - av øvundsjúku og maktgirnd hjá vinstrahallu tingfólkunum, sum gøllhalda um, at øll fiskiloyvi skulu lutast út ???til fólkið???.
Kollrenna vinnuna
Tað er skelkandi at staðfesta, at sosialistarnir í samgonguni í veruleikanum neyvan hava ánilsi av, hvussu tey skula handfara hetta politiska umfordeilings-eksperiment.
Tað er eisini ørkymlandi at staðfesta, at høvuðsvinnan púrasta verður hildin uttanfyri fyrireikandi arbeiðið.
Landsstýrið ætlar eftir øllum at døma at trumfa eina kollrenning av høvuðsvinnuni ígjøgnum við smølum politiskum meiriluta.
Og mitt í prosessini varð lógin royndaruppboðssølu so kroyst gjøgnum tingið - rein maktdemonstration.
At røkka endamálinum til umfordeilingina, hevur landsstýrið funnið ???hentar??? frøðingar, sum vilja lata seg brúka í hesum politiska leiki.
Okkara høvuðsvinna veit tí hvørki út ella inn. Politiskt dikteraða marknaðargrundaða skipanin skal tryggja sokallaða ???frí atgongd??? til okkara tilfeingi. ??ll skula sleppa at royna seg.
Eyðsýndi trupulleikin er, at tá verandi skipaeigarar verða settir uttanfyri, verður avleiðingin við vissu, at tað verða útlendsk reiðarí ??? gjøgnum føroyskar strámenn, sum fara avstað við okkara fiskatilfeingi. Tað megnar landsstýrið ikki at forða.
Peningastovnarnir hava greitt meldað út ??? enntá almenni Realurin, at tað als ikki fer at bera til at fíggja eina fiskivinnu, har loyvini at fiska ikki eru varandi.
Hvussu hugsar landsstýrið og sjúkrahússtjórin sær, at tað fer at vera møguligt at fíggja eina vinnu, har atgongdin til tilfeingið verður sum at spæla Gekk?
Danskar milliardir
At samgongan er í holt við at máa grundarlagið undan vinnumøguleikunum uttanfyri miðstaðarøkið nervar sjónliga ikki samgonguna. Framleiðslu- og útflutningsFøroyar verða niðursjóðaðar.
Í innflutnings- og nýtslumiðstaðarøkinum er støðan øðrvísi, her vit flestu liva av multiplikatoreffektini av donsku ríkisveitingini, sum tryggjar, at einar 2 milliardir krónur árliga rósa runt í búskapinum, fyllir lands- og kommunukassan og sum heldur gott lív í handils-monopólunum og mongu tænastuvinnunum annars.
Her á leið er tí eingin vandi á ferð. So hví geva fiskivinnuni gætur, sum sambært mong er ein kraddaravinna?
Samgonguexperimentið fer vissuliga at broyta Føroyar. Vit kunnu bara gita um, hvussu stórur skaðin verður.
Bjarni Djurholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald