Vinna

??veður á leiðini har svartkjaftaskipini royna

...

2019-03-10 21:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað hevur viðrað illa tað seinastu tíðina har føroysku svartkjaftaskipini hava roynt, nú er óveður á leiðini og sagt verður frá ruskveðrið eina viku fram.

Katrin Jóhanna er farin inn í Írlandi at kroka og Jupiter er áveg inn.

Næraberg siglir heim við 2.450 tonsum av heilfrystum svartkjafti, Tróndur í Gøtu siglir heim við 1.100 tonsum, Arctic Voyager siglir heim við útvið fullari last og Norðingur siglir heim við 1.300 tonsum, øll skipini verða væntandi heima týsdagin.

Borgarin verður á Fuglafirði tíðliga í morgin, Høgaberg er staddur í føroyskum sjógvi.

Fleiri íslendsk skip sigla til Íslands, tey ið eru eftir á feltinum sigla suðureftir, tað gera tey russisku skipini eisini, í kvøld er einki føroyskt skip á svartkjaftafeltinum.

Línuskipið Eivind, sum hevur verið á Flemish Cap, er staddir umleið 300 fj. vestur úr Írlandi og 600 fj. suður úr Føroyum, teir verða væntandi heima mikudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder