Tað var eitt stórt framstig, tá ið Hoyvíkshøllin í 2002 varð tikin í nýtslu. Tí tá sum nú er tað sera stórur tørvur á hallartímum til innandura venjing í Havn. Nýggja kanningin, sum ÍSF hevur gjørt um nýtslu og tørv á ítróttarverkløgum hevur prógvað, at tað framvegis er stórur tørvur á innandura venjingarumstøðum ??? eisini í Havn.
Í 2011 varð avgerð tikin um at byggja ein uppíbygning til Hoyvíkshøllina, men játtanin rakk ikki til at innrætta allan uppíbygningin, hvørki ovastu hædd ella øll umklæðingarrúmini.
Av somu grund steðgaði verkætlanin tá upp. Tíverri.
Á Býráðsfundi mánakvøldið varð semju í Tórshavnar Býráði um at seta pening av til at innrætta ovastu hædd í uppíbygningin og at seta lyftu í, so at eisini rørslutarnað fáa atgongd til nýggju felagshølini.
Endamálið er at gera tað møguligt at nýta ovastu hæddina til nógvar ymiskar aktivitetir. Til dømis í sambandi við kappingar, tiltøk, almennar fundir, kafé og annað felagsarbeiði.
Vónandi fer tað at gangast væl at fremja hesa verkætlan, so at nyttuvirðið av Hoyvíkshøllini verður enn størri.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald