Borgarstjórarnir í Sandoynni hava viðgjørt íkomnu støðuna um Skopunarfjørð, nú Teistin er farin at sigla við niðursettari ferð um Skopunarfjørð, og er byrjaður at avlýsa túrar vegna seinkingar.
Sandoyggin er bundin at ferðasambandinum um Skopunarfjørð. Hetta er okkara samband við meginøkið sum er, og øll vinnulig menning, allur trivnaður og øll búseting í oynni er tætt knýtt at einum vælvirkandi, smidligum ferðasambandi, sum gerð sítt ítarsta fyri at tæna Sandoynni.
Hetta er ikki veruleiki í dag.
Veruleikin í dag er tann, at tænastan um Skopunarfjørð er so vánalig, at fólk og bilar standa í bíðirøð hálvar dagar fyri at sleppa um fjørðin, og at fólk mugu av Skopun fyrsta túr á morgni kl 6.45, fyri verða vís í at náa til arbeiðis í Havn kl 9.00.
Hetta hoyrir ongastaðni heima, og hevur ikki verið ein trupulleiki, fyrr enn Teistin fyri eini tíð síðani byrjaði at sigla við hálvari ferð um fjørðin.
Nýggjastu útmeldingarnar frá SSL eru, at ætlanin er at lækka túrartalið hjá Teistanum, og kann hetta als ikki góðtakast.
Nógv fólk ferðast um fjørðin, og stóri vøksturin í ferðafólkatalinum hevur avbjóðingar við sær. Hetta eigur SSL at fegnast um, og koyra meiri á motorarnar fyri at nøkta tørvin, ikki svínabinda Teistan tí seinking er í ferðaætlanini, sum veruleikin varð farna fríggjadag.
Fólkið í Sandoynni er sera sera tolið, men vit vilja ikki lata okkum alt lynda.
Vit góðtaka ikki at tænastan um fjørðin verður niðurlagað, og vit krevja at SSL leggur seg meiri eftir at nøkta tørvin, og hyggur minni eftir skriviborðsloysnum.
Borgarstjórarnir vilja hava fund við Landsstýrismannin Henrik Old um hetta mál beinanvegin, so at oyggin kemur til orðanna, og greiða kann fáast á framtíðarætlanum hjá Landsstýrinum viðvíkjandi Sandoyarsiglingini.
Brandur Sandoy, Sands kommuna
Gerhard Lognberg, Skopunar kommuna
Linjohn Christiansen, Skálavíkar kommuna
Jákup Martin Sørensen, Húsavíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald